Endamálið við Orku- og umhvørvisstevnuni er at føroyskar fyritøkur og stovnar vísa fram hvat tey hava at bjóða innan burðardygga nýtslu til vinnuna, til húsarhaldini og til einstaklingar. Fleiri almennir fyrilestrar verða eisini um orku- og umhvørvismál har serfrøðingar á økinum viðgera viðkomandi evnið.

Orku- og umhvørvisstevnan er størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum og gleða vit okkum tí sera nógv til at lata hurðarnar upp og bjóða vælkomin.

Ókeypis atgongd er fyri almenninginum!